Ger kvettið - Trýst her

Høsnarungafrikadellir

Tilfarslisti

1000 gr. malið høsnakjøt

135 gr. leyk i tern

175 gr. hakkaðar/rivnar gularøtur

2 dl fínvalsað havnragrýn

2 egg

1 dl mjólk

Salt

Pipar

Olja

Framferðarháttur

Hakkað/blenda frystar gularøtur, og blandað annars alt væl saman í einum miksara við einum K króki í uml. 5 min..

Lat farsið hvíla í uml. 30 min. ella longur í køliskápi.

Koyr olju á pannuna og hita pannuna. Tá pannan er heit, legg so frikadellir í ynsktari stødd og lat tær fáa skorpu á. Tá skorpa er komin á báar síðurnar, legg so frikadellurnar í eitt eldfast fat og bakað tær lidnar í ovninum á 180 gr. varmluft í uml. 30 min. (alt eftir stødd).

Uppskriftin gevur uml. 20-25 døgurða frikadellir og kunnu frystast.

Vit viðmæla