Tilfarslisti til 8-10 persónar
Súrepla kompot
1200 gr súreplabátar
150 gr. sukur
1 tsk. vaniljupasta
Crumble
150 gr havragryn
100 gr. sukur
70 gr. smør
1 pk rómi
Framferðarháttur
Súrepla kompot
Koyr súreplabátar og sukur í eina grýtu og fá blandingina uppá kók. Lat smákóka í uml. 50 min. Tað má gjarna vera eitt sindur av bit í kompottini.
Tak grýtuna av plátuni, rør vanilju pasta í og lat kólna.
Crumble
Rista havragryn á eini turrari pannu, inntil tað angar, men uttan at havragrynið hevur fingið farvu. Koyr síðani sukur og smør á pannuna og rør í tí inntil sukur og smør er smelta og havragrynið hevur fingið ein gyltan lit. Lat kølna á eini bakarovnsplátu, klædda við bakipapír.
Píska róma og samla trifluna antin í portiónir ella eina skál (ø: 20 cm).

