Tilfarslisti til 8-10 persónar
Jarðberja kompot
1 spsk. vatn
1200 gr Jarðber
120 gr. sukur
2 tsk eplamjøl
5 tsk kalt vatn
1 tsk. vaniljupasta
Crumble
75 gr havragryn
75 gr. hakkaðar mandlir
100 gr. sukur
70 gr. smør
Vaniljurómi
1 pk rómi
3 spsk. flormelis
1 tsk. vaniljupasta
Framferðarháttur
Jarðberja kompot
Koyr jarðber og sukur í eina grýtu og fá blandingina uppá kók. Lat smákóka í uml. 35-40 min. Tað má gjarna vera eitt sindur av bit í kompottini.
Blandað eplamjøl og kalt vatn til eina javning og rør í kompottina.
Tak grýtuna av plátuni, rør vanilju pasta í og lat kólna.
Crumble
Rista havragryn og hakkaðar mandlur á eini turrari pannu, inntil tað angar, men uttan at tað hevur fingið farvu. Koyr síðani sukur og smør á pannuna og rør í tí inntil sukur og smør er smelta og blandingin hevur fingið ein gyltan lit. Lat kølna á eini bakarovnsplátu, klædda við bakipapír.
Vaniljurómi
Píska róma, síla flormelis í og rør vaniljupasta í.
Samla trifluna antin í portiónir ella eina skál (ø: 20 cm).

