Handilstreytir
1. Bíleggingarfreist
Bíleggingar skulu vera okkum í hendi seinast 12 tímar áðrenn ásetta heintingar- ella leveringtíðspunkt.
2. Prísir og gjaldsháttir
Allar prísir á heimasíðuni hjá Amazing Helpers eru í Donskum krónum og er íroknað mvg.
Gjaldast skal umvegis nethandilin við Dankorti. Gjaldast kann eisini við MasterCard, Maestro, Visa, Visa Elektron og JCB, tá goldið verður við hesum kortum verða 5,75% løgd aftuat keypsupphæddini.
3. Heintan av vøru
Vøran skal heintast á tí staðið sum er avtalað við bílegging. Vøra, ið ikki verður heinta verður burturbeind.
4. Heimkoyring av vøru
Vit bjóða heimkoyring í høvustaðarøkinum fyri ein eyka kostnað á 100 kr.
5. Aftranarrættur og broytingar
Aftranarrætturin fyri matvørur keyptar á heimasíðuni hjá Amazing Helpers fellur burtur 4 tímar áðrenn avtalaða heintingar-/leveringtíðspunkt.
Um tú ynskir at gera broytingar í tínum ordra, skal hettar gerast 12 tímar áðrenn avtalaða heintingar-/leveringtíðspunkt.
6. Klagur
Um tað er feilur ella mangul í samband við tína bílegging, verður tú biðin um at seta teg í samband við okkum á teldupost a-helpers@a-helpers.fo ella á telefon
+298 711500 skjótast gjørtligt.