Toskasalat

Tilfarslisti:
1 kg av Toski
375 gr. Mayonnaise
200 gr. Súrróma 18%
2 spsk. Søtum sinnopi
1 tsk. karry
1-1,5 krukku av Asium
Salt
Pipar

Til pynt:
Egg
Rækjur
Agurk
Tomat
Sitrón

Fá toskin uppá kók, og lat simra í uml. 30 min. Stoyt vatnið av og lat kølna.

Blanda mayonnaise, súrróma, søtan sinnop og karry saman. Smakka til við salt og pipar.

Stoyt vatnið av asiunum og sker tað í smáir bitar.

Smuldra toskin í dressingina saman við asium og blandað væl saman. Goym evt. eitt sindur av dressingini til pynt.

Um man ynskir kann man leggja salatina á eitt fat, og smyrja dressing útyvir og pynta við egg, rækjum, agurk, tomatum og sitrón.

Vit viðmæla