Soleiðis gert tú eina lætta og vælsmakkanði pastarætt vid laks
Tilfarslisti til 2 persónar:
6 tagliatelle reiður
4 fed av hvítleyki
100g cherrytomatir
4 spsk. Olivenolju
Turkað timian
Citrónsaft
Fiskasauce
2 laksa stykkir á 125g
Bønnuspírar til pynt
Kókað tagliatellereiðrini eftir pakkaávísingini.
Hita olivenolju á pannuni og svitsa hvítleyk, timian og cherrytomatirnar.
Smakka til við cintrónsaft og fiskasauce.
Koyr pastaði á pannuna og blandað saman, og hita.
Sker laksin í strimlar og grillað í uml. 3 minuttir.
Legg pastablandingina á ein tallerk og legg laksin omaná.
Pynta við bønnuspírum.