Tilfarslisti til 2 persónar:
1 romainesalat í stykkum
½ fíntrivið icebergsalat
100g svørt olivinir
½ agurk í skivum
1 reyðleykur
100g cherrytomatir
2 laksa stykkir á 125g
Vinaigrette
Ristað breyð
Evt. smakkað til við citrónsaft
Bønnuspírar til pynt
Vaska romainesalati og sker í smá stykkir.
Rív icebergsalat og blandað í romainsalat.
Legg salati á ein tallerk, og koyr oliven, agurkuskivar, reyðleykr og cherrytomatir omaná.
Sker laksin í strimlar og grillað í uml. 3 minuttir.
Koyr laksin omaná salati og koyr vinagrette yvir, og borðreið við ristaðum breyðið.
Salati kann smakkast til við citrónsaft, og pyntast við bønuspírum.