Ger kvettið - Trýst her

Fiskafat v/karry

Tilfar

6-8 toskaloins frystar ella tiðnaðar
1,5-2 pk av wok- ella grøntsaksblanding eftir ynski
Ananasstykkir í dós (Valfrítt)
2 pk av kokusmjólk (330 ml)
3 tsk Karry
1 fiskabótamola
Salt 
Pipar

Rís afturvið

Legg toskaloins í eitt eldfast fat og kryddað væl við salt og pipar.
Koyr síðani frysty wok- ella grøntsaksblandingina omaná saman við ananasstykkum.
Koyr eitt sindur av smør/margarine í eina grýtu og svitsa karry (koyr meir um tit dáma tað sterkt og minni, um tað ikki skal so sterkt.
Koyr kokusmjólk og fiskabótamola í grýtuna, og lat kókað. Smakka sósina til við ananassaft.
Koyr útyvir fisking og grøntsakirnar og set í ovnin í 50-60 min á 200 gradir (uml. 40-45 min um fiskurin er tiðnaður)

Kókað rís eftir vegleiðing at hava afturvið

Vit viðmæla