Tilfarslisti
500 gr. frystar rabarbur
250 gr. sukur
Reyð fruktfarva
Koyr rabarbur og sukur í eina grýtu, og fá blandingina uppá kók við miðal hita. Passa uppá at sukri ikki brennur í botnin á grýtuni. Tá rabrburnar og sukri er komi upp á kók, dempa hitan eitt sindur og lat smákóka í uml. 1 tíma.
Ynskir tú eina reyðari farvu, tilset so eitt sindur av reyðari fruktfarvu.
Ynskir man súltutoy’i eitt sindur søtari, ber til at koyra 1 tsk. av vaniljupasta í, tá tað er liðugt kókað.
Skolda eitt glas og lok, og koyr súltutoy í.
Goym í køliskápið, har tað heldur sær í 2-3 vikur.


