Cowboy fiskafat

Cowboy fiskafat

Tilfar:

6 – 8 stk toska loins
1 stóran leyk
1 stóra purru
1 pk. Soppar
1 pk. Bacontern
1 pk. Coctail pylsur ella ca. 4 stk vanligar pylsur
1 bl. Hakkaðar tomatir
1 tsk. Tomatpurre
1 – 2 pk róma 

Byrja við at snitta leykin, purrina og soppanir smátt.

Koyr olju á eina pannu og koyr for frá. Tá pannan við oljuni er blivin heit, koyrir tú baconi á og svitsar til tað byrjar at brúnkast, so koyrir tú leykin og purruna á saman við og letur tað svitsa saman til leykurin og purran byrja at brúnkast. Koyr so blandingina á pannuni í eina skál at hvíla.
Koyrur eitt sindur av olju á pannuna, svitsa so sopparnar til teir eru blivnir bleytir. Koyr baconblandingina á saman soppunum og blandar alt saman.

Tak eitt eldfastfat og legg fiskin niðast og krydda við salt og pipar, ikki spara uppá krydd. Síðani leggur tú pylsurnar í og blandingina omaná. (Pylsurnar muga helst liggja niðast, annars kunna tær brennast). Koyr síðan hakkaða tomatir og tomantpure omaná, og stoyt róman útyvir. Ein tummilfingra regil er at rómin skal ikki uppum helvt á fatinum.

Set fati inn í ovnin á 180 gr. í 20-25 min.

Vit viðmæla