Ger kvettið - Trýst her

Grýturættur v/bacon og pylsu

Til 3-4 fólk

Tilfarslisti

1-2 spsk. raps- ella sólblómuolja

2 dl skornan leyk

5 flísar av bacon

0,5 kg av malnum svína-/oksakjøt

4 dl babykarottir

6 dl kókað vatn

2 grøntsaksbótamolar

1 oksakjøtsbótamoli

4 pylsur

Mørk Maizena jævner

Salt

Pipar

Hita olju í eini grýtu, meðan tú sker bacon í bitar.

Svitsa tá leyk og bacon í grýtuni í uml. 5 minuttir. Koyr malna kjøtið í og svitsa saman við.

Koyr so babykarottirnar, vant og bótamolarnar í og lat koma upp á kók. Lat smákóka í 5 min.

Sker pylsurnar í og koyr í, og lat kóka í uml. 5 minuttir afturat, meðan tú javnar sósina við mørk maizena jævner.

Smakka til við salt og pipar.

Servera við pasta

Vit viðmæla