Tilfarslisti
500 gr malið høsnakjøt
1 dl leyk í tern
1 egg
1 dl glutenfrítt havragryn ella vanligt havragryn
1 dl eplamjøl
salt
pipar
1,5 L vatn
4 høsnabótamolar
Framferðarháttur
Blandað høsnakjøt, leyk, egg, havragryn og eplamjøl væl saman, kryddað við salt og pipar.Lat farsið trekkja uml. 30 min og formað 28 bollar við eini teskeið.
Koyr 1,5 L av vatn í eina grýtu saman við høsnabótamolunum og fá uppá kók. Tá vatnið kókar, koyr síðani kjøtbollarnir varliga í, og lat kókað í uml. 20-25 min.
Goym vatnið til karrysósina.
Karrysós
2 spsk flótandi margarine
1-2 tsk karry (Karry er ymiskt í sterkleika, so smakka tað áðrenn)
1 L boullion ella vatn frá bollunum.
1 dl bóndamjólk
2 spsk eplamjøl
3-4 spsk. kalt vatn
Koyr margarine í eina grýtu og smelta, koyr síðani karry í og svitsa. Koyr boullion í, saman við mjólkini, og fá uppá kók.
Blandað eplamjøl við køldum vatnið, fyri at gera eina javnin. Koyr javningina spakuligani í sósina og rør væl saman.
Smakka sósina til við salt og pipar.
Er sósin ov sterk, so kann hon gerast mildari við meiri mjólk.
Kókað rís eftir ávísing á pakkanum, og serverað.
Vit viðmæla
Malið høsnakjøt
95,00 kr. við MVGLeykur í tern
75,00 kr. við MVGBlomkálsrís
80,00 kr. við MVG



