Ger kvettið - Trýst her

Høsnarungalør í fat

Tilfarslisti til 3-4 fólk
4 Høsnarungalør
6 miðalstór eplir
2 dl leyk í tern
4 dl gularøtur í skivum/tern
5 dl kókað vatn
4 Høsnabótamolar
Salt
Pipar
Høsnarkrydd/Paprika/Citrónpipar eftir ynski

 

Framferðarháttur
Skrella eplini og sker í flísar. Legg helvtina av eplunum í eitt eldfast fat og stroy helvtina av leyk og gularøtunum omaná, kryddað við salt og pipar. Endurtak eitt lag afturat.
Legg høsnarungalør omaná og kryddað væl.
Upploys bótamolarnir í kókaðum vatni og stoyt í eldfasta fatið.

Hita ovnin á 180 gr. varmluft og steik í uml. 70-75 min.

 

 

 

Vit viðmæla