Tilfarslisti til 3-4 fólk
1 spsk smør
4 dl leyk í tern
2 tsk. hvítleyk í tern
2 tsk karry
3 dl kókað vatn
2 grønmetisbótamolar
1 ds. hakkaðar tomatir
2 pk róma til matgerð
1 ds fersken
5 spsk. fersken saft
Salt
Pipar
4 stk dampaðan tosk
Framferðarháttur
Hita smør í eini grýtu og svitsa leyk, hvítleyk og karry í uml. 3-5 min. Upploys bótamolarnir í kókaða vatninum og koyr í grýtuna saman við hakkaðum tomatum og rómanum, og lat smákókað í 15 minuttir. Sker fersken í smærri stykkir og koyr í grýtuna saman við saftini og hita í uml. 8-10 min (Skal ikki kóka).
Smakka til við salt og pipar.
Hita ovnin á 130 gr. varmluft v/damp og koyr 4 stykkir av toski í eitt eldfast fat. Tá ovnurin er heitur, dampað toskin í uml. 10 min (Styttri um toskurin er tiðnaður).
(Hevur ovnurin ikki damp, ber til at seta eina skuffu við kókaðum vatni í botnin)
Servera suppu saman við kuverbreyð.
Tip. Tilber at skifta toskin út við høsnarungastrimlar.
Vit viðmæla
Leykur í tern
75,00 kr. við MVGHvítleykur í Tern 250g
25,00 kr. við MVGTOSKA LOINS CA. 10 x 100 GR.
200,00 kr. við MVGTOSKA PORTIÓNIR (FORMAÐAR) 10 x 100 GR.
120,00 kr. við MVGHøsnabringa í skivum 5mm
150,00 kr. við MVGHøsnabringa strimlað stokt 10mm
179,00 kr. við MVGHøsnabringu strimlar 5-7 mm
95,00 kr. við MVG







