Ger kvettið - Trýst her

Laks í fat

Til uml. 6 fólk

Tilfar

1 kg eplir

6 stykkir av laks

1 pk frískt spinat

200 gr leyk

2 pk róma (250 ml)

2x grønmetisbótamolar

Butterdeiggj

Egg

salt

Pipar

Skrella eplir og sker í hóskandi stykkir. Koyr eplir í ein grýtu og kókað í 6-8 min.

Koyr róman í eina grýtu saman við grønmetisbótamolum og leyki. Lat rómasósina koma upp á kók. Smakkað til við salt og pipar.

Sker laksin í hóskandi stykkir.

Legg laks, eplir og spinat í eitt eldfast fat og koyra rómasósina útyvir.

Legg eitt lok av butterdeiggj omanyvir og pensla við eggið.

Bakað í ovninum á 180 gr. í uml. 30 minuttir.

Vit viðmæla