Ger kvettið - Trýst her

Laksa suppa

Tilfarslisti til 4 pers.
1 spsk. sólblómu ella rapsolja
1 dl reyðleyk í skivum
1 dl reyð ella grøn piparfrukt í strimlum
4 spsk. hvítleykur í tern
2 spsk. chili í tern
1,2 dl vatn
4 høsnabótamolar
450 gr. eplir (uml. 4 miðalstór)
2 dl gularøtur í skivum
1-2 tsk oregano
Salt
Pipar
5 laksaportiónir
2-3 spsk. sitrón saft


Framferðarháttur

Hita oljuna í eini grýtu og svitsa reyðleyk, piparfrukt, hvítleyk og chili í uml. 3-5 min. Vaska eplini og sker í tunnar flísar, evt. við einum mandolin jarnið.
Koyr vatn, bótamolar, eplir, gularøtur og oregano í grýtuna og lat smákóka í uml. 10 min.
Sker laksaportiónirnar í passandi stykkir (uml. 3-4 cm) og koyr í grýtuna saman við citrón saftini.
Lat smákóka til laksurin er liðugur. Laksurin er liðugur, tá hann er fellur frá hvørjum øðrum í flakum.

Smakka til við salt og pipar.

Vit viðmæla