Ger kvettið - Trýst her

Mammusa róma sós

Mammusa róma sós riggar serstakliga væl til stoktan fisk og hakkibúff

Tilfarslisti
1 spsk sólblómu- ella raps olju
3 tsk chili í tern
4 dl leyk í tern
5 dl reyð piparfrukt
2 pk (5 dl) róma
2 oksabótamolar
Salt
Pipar
Kulør

Framferðarháttur
Hita olju á eini pannu. Koyr chili, leyk og piparfrukt á, og svitsa væl. Morla oksabótamolarnir og koyr á pannuna saman við rómanum. Lat róman koma uppá kók og lat kóka í uml. 10 min – ella til rómin er tjúknaður. Koyr eitt sindur av kulør í fyri farvu og smakka til við salt og pipar.

Tip: Hevur tú stokt fisk ella hakkibúff á pannu, brúka somu pannu til at gera sósini á fyri at fáa eyka smakk.

 

 

Vit viðmæla