Ger kvettið - Trýst her

Rabarbugreytur

Tilfarslisti
500 gr rabarbur
5 dl vatn
100 gr sukur
0,75 dl reyð LESK
4 spsk eplamjøl
6 spsk kalt vatn
Evt. reyð fruktfarva

Framferðarháttur
Koyr rabarbur og 5 dl vatn í eina grýtu og lat smákóka undir lok í 30 min. Síla vætuna frá rabarburnum, og koyr í eina nýggja grýtu. Tað skal vera uml. 1 L av vætu, um tað manglar, so koyr vatn í, saman við sukur og LESK, og lat sukuri upploysast við miðal hita. Blanda eplamjøl og kalt vatn saman til eina javning og koyr í grýtuna. Lat greytin tjúkna eitt sindur (Skal ikki kókað) og koyr í eina skál.
Stroy sukur omaná.
Lat kølna í køliskáp.

Serverað við vaniljukrem.

 

 

Vit viðmæla