Soppasós

1 spsk Raps ella sólblómu olja

3 dl Leyk í tern

700 gr. soppar í skivum

250 ml róma

Salt

Pipar

Hita olju á pannuni og svitsa leykin.

Koyr síðani sopparnar á og svitsa við. Soppar geva nógva vætu frá sær, so lat leykin og sopparnar simra til vætan er dampað av.

Koyr síðani róman í og fá sósini upp á kók, og lat simra í nakrar minuttir.

Smakka til við salt og pipar.

Vælgagnist

Tip:

Ynskir tú meir smakk í sósina, kanst tú koyra 1-2 bótamolar í meðan leykurin og sopparnar simar.

Ynskir tú eina tjykkri sós, kanst tú koyra eitt sindur av javningi í.

Vit viðmæla