Ger kvettið - Trýst her

Stokt flesk

v/eplum, brúnari sós og súltað reyðrót

Uml. 4 fólk

Tilfarslisti:

16 stykkir flesk

Salt Pipar

Tilfarslisti til sós (Glutenfrí)

Vatn

2 Svína bótamolar

2 Grøntsaks bótamolar

4 spsk. Reyðrótasaft

Mørk maizena jævner

Salt

Pipar

Stokt flesk

Hita ovnin á 200 gr. varmluft og legg ca. 16 stykkir av flesk á eina rist og hav eina skuffu undir.

Kryddað við salt og pipar, og steik í uml. 30-40 min mitt í ovninum.

Kókað eplir og ger sósini, meðan bíða verður eftir fleskinum.

Sós

Koyr 1 L av køldum vatni í eina grýtu saman við 2 svína- og 2 grøntsaksbótamolum, og fá upp á kók. Tá terningarnir eru upploystir koyr so reyðrótasaft og myrkan maizena jævner í. Javna sósini til hon er passaliga tjúkk. Er sósin vorðin ov tjúkk, kann hon tynnast við vatn.

Smakka til við salt og pipar.