uml. 4-6 persónar
Tilfarslisti
1200 gr. súreplabátar
15-20 makrónir
100 gr. bleytt smør
100 gr. sukur
100 gr. mjøl
Kanelsukur
Súrrómi
Tak eitt eldfast fat á 24*24 cm og legg knústar makrónirnar í botnin, koyr súreplini omaná.
Elt smør, sukur og mjøl væl saman og legg omaná súreplini sum eitt lok.
Stroy kanelsukur omaná.
Bakað á 200 gr. í uml. 70-75 minuttir.
Lat kølna eitt sindur og serverað við súrróma.
Vælgagnist
Tip:
Skift helvtina av súreplunum út við rabarbur, og fá eina meir súrliga dessert.




