Tilfarslisti
1 spsk. sólblómu- ella rapsolja
4 dl leykur í tern
8 pylsur
2 gløs eplir í krukku
Ketsjupp
Framferðarháttur
Stoyt vatnið av eplunum og lat tey turka.
Hita olju á eini stórari pannu. Svitsa leykin og koyr síðani eplini á. Sker pylsurnar í uml. 2 cm pettir, og koyr á pannuna.
Steik í miðal hita í uml. 15-20 min. Rør í pannuni av og á.
Koyr síðani ketsjupp í. Koyr eitt sindur í á gangin, og steðga tá tú er nøgd/ur.
Eg havi brúkt Heinz, men brúka tað sum tykkum dáma best.
Vit viðmæla
Leykur í tern
75,00 kr. við MVGLeykur skivaður
75,00 kr. við MVGGrillpylsur 5kg
470,00 kr. við MVGHotdog pylsur reyðar assorteraðar 2 kg
99,00 kr. við MVG




