Ger kvettið - Trýst her

Tortilla v/laks

Tilfarslisti til 4 pannukøkur

4 tortilla pannukøkur
4 stk. laksaportiónir á 125 gr.
4 hálvar avocado ella 260 gr. avocado í skivum
200 gr. mango í tern
100 gr. reyðleyk
Rucola
Mango chutney

 

Framferðarháttur

Tak tortilla pannukøkur, mango, reyðleyk og avocado úr boksini uml. 30-60 min áðrenn brúk og lat tiðna.
Koyr 4 frystar laksaportiónir í eitt eldfast fat og bakað í ovninum á 180 gr. í uml. 20 min.
Sker mango og avocado í flísar.
Koyr pannukøkurnar í staniol og bakað á 150 gr. í uml. 5-10 min.

Legg pannukøkurnar og smyr mango chutney á. Morla laksin og koyr á saman við mango, reyðleyk, avocado og rucola. Koyr eitt sindur av mango chutney á aftur og rulla saman.

 

Vit viðmæla