Tilfarslisti til uml. 5,5 L
1 spsk. sólblómu- ella rapsolju
3 spsk. chili í tern
3 spsk. hvítleyk í tern
4 dl leyk í tern
15 dl gularøtur í tern
5 dl selleri í tern
1000 gr. malið oksakjøt (Malið svína- ella høsnakjøt kann eisini brúkast)
4 stk. Oksabótamolar
3 stk. Grøntsaksbótamolar
3 L vatn
5 dl rómi
Salt
Pipar
Framferðarháttur
Hita olju í eini grýtu, og svitsa chili, hvítleyk og leyk. Svitsa síðani tað malna kjøtið saman við.
Koyr síðani gularøtur, selleri, bótamolarnir, vatn og róma í og lat koma upp á kók. Lat smákóka í uml. 10-15 min.
Smakka til við salt og pipar.
Serverað við kuvertbreyð.
Tip. Suppan kann frystast.
Vit viðmæla
Chili i tern Reytt 250g
17,00 kr.Hvítleykur í Tern 250g
21,00 kr.Leykur í tern
60,00 kr.Gularøtur í tern
55,00 kr.Selleri í tern
56,00 kr.Malið neytakjøt 10-12%
155,00 kr. við MVGMalið svínakjøt
82,00 kr. við MVGMalið kálva/svínakjøt
75,00 kr. við MVGMalið høsnakjøt
95,00 kr. við MVG









