Tilfarslisti til uml. 5,5 L
1 spsk. sólblómu- ella rapsolju
3 spsk. chili í tern
3 spsk. hvítleyk í tern
4 dl leyk í tern
15 dl gularøtur í tern
5 dl selleri í tern
1000 gr. malið oksakjøt (Malið svína- ella høsnakjøt kann eisini brúkast)
4 stk. Oksabótamolar
3 stk. Grøntsaksbótamolar
3 L vatn
5 dl rómi
Salt
Pipar
Framferðarháttur
Hita olju í eini grýtu, og svitsa chili, hvítleyk og leyk. Svitsa síðani tað malna kjøtið saman við.
Koyr síðani gularøtur, selleri, bótamolarnir, vatn og róma í og lat koma upp á kók. Lat smákóka í uml. 10-15 min.
Smakka til við salt og pipar.
Serverað við kuvertbreyð.
Tip. Suppan kann frystast.
Vit viðmæla
Rustik Kuvertbreyð grov 75 stk
225,00 kr. við MVGRustik Kuvertbrød Ljós 75 stk
215,00 kr. við MVG


